Tíðindi

Bindiverkstova í Ribarhúsi

Hósdagin 25. januar kl. 19, verður bindiverkstova í Ribarhúsi – Tað er ”Bindiuppskrift.fo” sum skipar fyri. Les meir og melda til her: www.uppskrift.fo/products/atgongumerki-til-verkstovu Tær siga: Hósdagin, 25. januar, fara vit at hava eina bindiverkstovu í Ribarhús í Fuglafirði, og tað verða turriklæðir, sum vit varpa ljós á. Deiliga hóskandi til hesa køldu tíðina. Súsanna Mørkøre […]

Ribarsloft í mai :)

Um nóg stórur áhugi er verður skeið í myndaseyming 13. til 17 mai

Petur Háberg Jacobsen í Ribarhúsi

Framsýningin lat upp fríggjadagin 5. og hongur januar mánaða út. opið  er mán til frí kl. 13.00 til kl. 16.00 og ley kl. 11.00 til kl. 14.00 Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið 🙂   Faldari-Malningar-PHJ-150×80-FO-web (1)                        

Dupultkvartettin VEGA konsert í Ribarhúsi

Týskvøldið 19. des. kl. 20.30 verður ein hugnalig ókeypis jólaasangløta við dupultkvartettini VEGA í Ribarhúsi LÚKUKAFFI hevur opið frá kl. 20.00, har til ber at keypa sær ein duss og okkurt gott afturvið Øll eru hjartaliga vælkomin

Jólamarknaður í Ribarhúsi – 24. til 26. nov. –

Skráin liggur niðanfyri hesi orðini 🙂 Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum í ”jólahúsið” í Fuglafirði komandi vikuskifti 24. til 26. november. Fríggjadagin 24.nov. kl. 16. letur kreativi jólamarknaðurin upp í gallarínum. kl. 17 tendrar Jóel hekklaða jólatræið á Ribarslofti har menninir í dupultkvartettin VEGA syngja nøkur jólaløg. Hesar dagarnar selja  kreativar sálir egið […]

Dania Jóannesardóttir í Ribarhúsi.

– Týsdagin 31. okt kl.15 lat ein nýggj framsýning upp – leygardagin 4. nov kl. 11 er Dania til staðar í Ribarhúsi og ein dussur at fáa  – Hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið. . Tað er Dania Jóannesardóttir úr Hoyvík sum sýnir fram Hon er sjálvlærd og málar við akvarell, akryl og oljukriti. […]

Kafé kvinnur 60+ á Ribarslofti

So er  kafé fyri kvinnur 60+ byrja aftur – Hvønn týsmorgun – ella nærum hvønn týsmorgun í vetur. Kl. 10 til kl. 12 – møtast konur til kaffidussar hugna  prát og stokkar Allar eru hjartaliga vælkomnar.

Mentanardagar 2023 í okkara húsi.

Nógv spennandi – café, og “støkkupp cáfé”, mála á leir verkstaður, listaframsýning/ fernisering, tónleikur, Elva hevur “mála á keramikk-verkstovu”, leyg og sun –  handil o.m.a. og Ranvá við Dreymakøkunum selur sínar dreymakøkur í Lúkukaffi,  leygardag frá kl. 14 Piddasahandil er opin allar dagarnar og selur føroyskar dygdarlutir 🙂 Ribarhús er karmur um forkunuga listaframsýning úr […]

Heidi og Randi søluframsýning á Ribarslofti

3,august lata ”tvillingarnir hjá Ragnvald” – soleiðis eita tær báðar her í húsinum, framsýning upp á Ribarslofti við list og prýðislutum. Tær báðar hava heilt frá barnsbeini av dámt væl at tekna og  veri kreativar. Hetta er teirra fyrsta framsýning  og sjálvandi er hon her í húsinum 😊 Tær eru jú uppvaksnar her  í Fuglafirði.Tær […]

Lív í Baianstovu í Ribarhúsi

Mánadagin 24/7 kl 13 er Vernissage í Ribarhús við listakvinnuni Lív í Baianstovu. Til høvið syngja Rógvi Oddvørson og hon 2 sangir saman. Upplestur verður úr skaldsøguni Hjarta mítt fyri fót tín. Til góman verður eitthvørt. Framsýningin er opin til 29/8.