Tíðindi

“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)

Ribarhús hevur fingið nýtt flygil. Eitt Yamaha GS1. Flyglið er 161 cm til longdar, og er sera hóskandi til hetta deiliga hølið, sum vit eiga her í býnuum. Sunnudagin á Varmakeldu bleiv instrumentið so veruliga tikið í brúk. Ribarhús lýsti við serstakum tiltaki: “Fugfirðingar spæla á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu”. Vit vóru fleiri […]

Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Fríggjadagur 4. juli kl. 11.00 – 14.00 Mammukafé í Ribarhúsi –Prát og hugni Í Lúkukaféini  fæst Poke-bowl og/ella ein góður dussur við onkrum søtum afturvið til keyps 🙂 Her er lætt at koma til við barnavogni Ein framsýning við  patsjvørkteppum hjá Noomi í Dali hongur á gomlu veggjabrettunum í gallarínum, og í Piddasahandli fæst nógv […]

Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert

Fríggjakvøldið 4. juli kl. 21 Konsert við Mariu og Bárði á Lakjuni Keyp atgongumerki á: https://atgongumerki.fo/3328135/konsert-vid-mariu-og-bardi-a-lakjuni Ein góður dussur við kondittarakøku frá Marietta fæst til keyps í Lúkuni 🙂

Noomi í Dali í Ribarhúsi

Fernisering verður sunnudag 22. juni kl. 15.00 – 17.00 – Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂 Noomi sýnir fram Patchwork og áseymaði teppir, veggjaupphang og myndir Framsýningin hongur í Ribarhúsi allan juli mánað- og kann síggjast gerandisdagar frá kl. 10.00 – 17.30 og leygardagar kl. 11.00 – 14.00  

Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Hósdagin, 3. juli, fara vit at hava eitt skeið í marjunarbinding (eisini kallað gjáarbinding). Tað er ein serligur bindiháttur, sum gevur eitt so vakurt úrslit Skeiðið verður í gallarínum Piddasahandil og Ribarhús í Fuglafirði kl. 19-21. Elspa Petersen fer at undirvisa Tú kanst lesa meira og keypa atgongumerki á heimasíðu okkara, https://uppskrift.fo/products/marjunarbinding Kemur tú við?

Jórun Pólsdóttir í Ribarhúsi.

Fernisering verður sunnudagin 25. mai kl. 15.00, við framførslu frá gospelkórinum Lanterna. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum frá 25. mai til 15. juni. Jórun, sum er búsitandi í Fuglafirði, er lívfrøðingur og hevur skrivað bókina ’Fuglar okkara’ saman við Silasi Olofson. Eisini er hon tónleikari og kórleiðari. Íblástur til myndaevni í […]

Marnhild Kambsenni í Ribarhúsi –

Framsýningin “Hvør dagur er ein gáva” letur upp leygardagin 17.mai kl. 14 – Marnhild er har og ein góður kaffidussur er at fáa . Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂 Framsýningin hongur uppi í Ribarhúsi í eina viku -til og við 23. mai.   Um Marnhild: Marnhild Hilma Kambsenni er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir […]

Ein stórur dagur í Ribarhúsi og í Fuglafirði :)

Tann 5. mai kl. umleið 14 – komu teir við tí 🙂 – Hesa løtu hava vit spent bíðað eftir 🙂 Eitt stórt ynski er blivið veruleiki – takk til øll tykkum, sum hava stuðlað – stórar og lítlar fyritøkur og einstaklingar í nærumhvørvinum, sum sóu virði í hesum – uttan tykkum bar hetta ikki […]

Nicolina Højgaard í Ribarhúsi

Framsýningin letur alment upp hósdagin 24. apríl kl. 17 – Øll eru vælkomin –  Myndirnar hanga á gomlu veggjabrettunum til og við 15. mai. Veri hjartaliga vælkomin  inn á gólvið at njóta hesa framsýningina. – Nicolina Højgaard arbeiðir við linoliumsskurðum í svørt-hvítu siðvenjuni. Myndaevnið er oftast kvinnur og børn, og útgangsstøðið hevur samband við hennara […]

í Ribarhúsi verður aftur í ár spennandi fleirfalt “STØKK-UPP”…og ókeypis at koma inn :)

So er at seta kross í kalendaran 25.-26. apr. 2025. Vælkomin til Fuglafjarðar – í Ribarhúsi fært tú: fleirfalt støkk-upp, Lúkukafé, framløgur, sangframførslur, gallarí, gávubúð, ullavirking og hugna, alt í einum og sama húsi og minst til …tað er ókeypis at koma inn –