Tíðindi

hugnaligi gamli handilin opin aftur sum vanligt – og er so avgjørt eina vitjan verdur.

Ja so er Piddasahandil opin aftur  sum vanligt –  mán. til frí. millum kl. 15 til 17.30 og ley. millum 11 og 14. Og  handilin er á tremur við nógvum, góðum, lekkrum heimagjørdum bæði til børn og vaksin –  ein hugnaligur gamal handil í tveimum hæddum sum so avgjørt er eina vitjan verdur.   Húsið […]

Vælkomin í Piddasahandil og Ribarhús – heimavirkað og list

Í Piddasahandli er nógv lekkurt heimavirkað til keyps- Opið er mán. til frí. kl. 15 til 17.30 og ley. kl. 11 til 14. Spennandi málningarnir hjá Marjuni hanga á gomlu brettunum í Ribarhúsi til 9.juli- so tit náa tað enn 🙂 Vit minnast til – at gott handreinføri og frástøða minka alvorliga um smittuvanda – […]

vit lata uppaftur :)

Fyrsta juni letur húsið upp aftur – vit byrja við eini listaframsýning, sum letur upp kl. 15 í Ribarhúsi. Hjartaliga Vælkomin í Ribarhús og Piddasahandil.   Minnist til at gott handreinføri og    frástøða minka alvorliga um smittuvanda – av øllum møguligum slag-

Stongt í Ribarhúsi og Piddasahandli.

Fyribils er stongt í einar tvær vikur – …og vit hava føðingardag í dag Heimavirkisfelagið fyllir 23 ár – Felagið varð stovnað á Grækarismessu í 1997

aðalfundur og ársfrágreiðing.

Leygardagin 7. mars kl. 11 var aðalfundur hjá Fuglafjarðar Heimavirkisfelag á Ribarslofti. Samstundis var morgundrekka. Ellivu limir møttu, og nevndin varð aftur hesaferð mannað – burtursæð frá, at ein eykalimur manglar í. Á skrá var annars framløga av roknskapi og ársfrágreiðing. Her er ein gjøgnumgongd av virkseminum í húsinum í 2019: Tað var í januar […]

Aðalfundur

Jól í Piddasahandli fyrr í tíðini

Jól_í_Piddasa fyrr í tíðini. (trýst) Jólini vóru í nánd, og øll vistu, at okkurt forkunnigt mundi koma upp á hillarnar í Piddasa handli, nú høgtíðin nærkaðist, bæði til matna og ikki minst uppi á toystovuni…

Jólahúsið í Fuglafirði – “eitt must”

Í dag kl. 11 til 19 og sunnudag kl.15 til 19 er Jólamarknaður i Ribarhúsi, har ymisk fólk selja  nógv lekkurt heimagjørt- Á Ribarslofti  hugnalig jólalig kafé –  heimagjørdar kondittarakøkur frá HannaMariu  og gott kaffi. Piddasahandil á tremur við góðum fjálgum jólagávuhugskotum. Í dag kl. 16 – Hekklaða jólatræið verður tendrað – børn syngja. Gamaldags […]

Gamlar myndir/nýggjar myndir -“før og efter”

Stuttligt at samanbera hesar myndirnar…Piddasahandil í 1997 og so…í 2018/19 –

Manglar tær okkurt til títt “Christmas Child”

Í Piddasahandli – fært tú nógv ódýrt, fjálgt og lekkurt heimabundið  so sum  húgvur, hosur, vøttir, turrikløð, troyggjur at koyra í eskjurnar 🙂 Opið er mán. til frí. kl. 15 -17.30 og ley. kl. 11 til 13