hugnaligi gamli handilin opin aftur sum vanligt – og er so avgjørt eina vitjan verdur.

Deil

Ja so er Piddasahandil opin aftur  sum vanligt –  mán. til frí. millum kl. 15 til 17.30 og ley. millum 11 og 14.

Og  handilin er á tremur við nógvum, góðum, lekkrum heimagjørdum bæði til børn og vaksin –  ein hugnaligur gamal handil í tveimum hæddum sum so avgjørt er eina vitjan verdur.

 

Húsið hevur veri stongt í longri tíð,  grundað á koronu men eisini av tí, at umfatandi og spennandi umbyggingar eru farnar fram…Og um ikki so leingi fer at bera til at keypa ein kaffiduss gjøgnum nýggju lúkuna í Ribarhúsi…kanska fer eisini at bera til at keypa eina lekkra heimagjørda køku afturvið.

 

Desverri er ongin málningaframsýning  á gomlu brettunum í Ribarhúsi beint nú…men hon kemur 😉

 

Annars eru fleiri kvøldskúlaskeið í húsinum í vetur…hygg á www.kvøldskúlin.fo

 

Og forrestin eitt sera umráðandi  afturat

… ætlar tú at pakka skógvaeskju?
Í Piddasahandli hava vit nógv lekkurt heimavirkað, sum egnar seg væl at koyra í eskjuna  t.d. 🙂 húgvur, pannubond, hosur, vøttir, sápur, lappar, skrivibók, smáar leikur, hárelastik…

Vælkomkin inn á gólvið!

 

Les onnur tíðindi