Tíðindi

Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver

Hjartaliga vælkomin at  njóta eina løtu við hugnaligum og virtuosum tónleiki. Nú tað styttist til jóla er hetta eisini ein gyltur møguleiki at koma í jólastemning. Monika og Jón fara at  framføra yndisligar, lættar tónar úr tí klassiska repertoirinum og eisini kendan jólaligan tónleik. t.d Ave Maria, I´am dreaming of a white Christmas  og einari […]

Beinta Gaard í Ribarhúsi

Fernisering verður 25.okt 2024 í kl. 16 til 18 í  Ribarhúsi.  Øll eru hjartans vælkomin.  Beinta sigur sjálv:  Eg eri ein glað amatørmálari, og eg meini, at ein málningur skal geva gleði og fáa teg at hugsa.   Eg havi alt eg minnist, sitið og krutla á pappír, men fór at mála 2006. Eg havi gingið […]

Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024

Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan

Sunnukvøldið 15. desember kl. 19 verður Ribarhús karmur um jólatónar.  Guðrun Sólja framførir jólaløg saman við gittaristinum Janusi Kampmann.  Kaffilúkan er opin, so har verður møguleiki at keypa sær ein duss.

Ribarhús:”Støkk upp – vín og brellstova” og góður tónleikur- fríggjakvøld og leygarkvøld- Hetta verður sera forkunnugt og kann ikki roynast nakra aðrastaðni. 

Fríggjakvøld kl 20-23 –(ókeypis at koma inn) Vínkúllarnir og Sonni Zachariassen, høvuðskokkurin á Fiskastykkinum, hava støkk upp vín- & brellstovu í Ribarhúsi á Mentanardøgum. Vínkúllarnir bjóða perlandi rósuvín og Sonni bjóðar grillaðar lippur. 180,- fyri bæði. Eisini er okkurt søtt omaná við søtum bobblum ella kaffi. Listaframsýning við Kára Svensson og Piddasahandil opin við heimavirkaðum […]

Kári Svensson í Ribarhúsi á Mentanardøgunum 2024

Tað er listamálarin, Kári Svensson, sum sýnir fram í Gallarí Ribarhús á Mentanardøgunum í ár. Framsýningin letur alment upp fríggjadagin 6. sept kl. 15, har ”Køttlum og á Lakjuni” spæla nøkur løg, og ein góður kaffidussur er at fáa. Við á framsýningini eru einir 14 málningar, størri og smærri. Kári er 70 ára gamal – […]

Ribarhús …….

Í nakrar vikur nú – ja faktiskt síðani at Varmakeldu framsýningin var tikin niður, eina góða viku inn í juli, hevur veri ”friðarligt” i Gallarí Ribarhúsi – friðarligt á tann hátt, at her hevur ongin listaframsýning veri á gomlu veggjabrettunum – tó hava veggirnir veri prýddir við flottum handverki úr heimavirkishandlinum Piddasahandli sum er hurð […]

Bettys Quartet í Ribarhúsi – Varmakelduleygardag kl. 16

Bettys Quartet spæla melodiøsan instrumentalan jazztónleik við norðurlendskum tóna, sum sopran-saxofonisturin, føroyskt-danska Betty Ebenezer Magnussen hevur komponerað. Betty ger tónleik, sum fellur væl í oyrað, –  norðurlendskur ljómi, sum er sermerktur við sterkum løgum og skiftandi rytmiskum útláti. Konsertin er ókeypis, men tað ber til at stuðla einari innsamling til frama fyri akkustiskum flygli til […]

Ribarhús sun.7.juli kl. 16 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning – Frits til minnis. – Tankar og tónar –

Sunnudagin 7.juli  kl. 16 hugleiðir Bárður á Lakjuni við tonkum og tónum  um Frits, sála, sum bar djúpan alsk til heimbygdina, til fjøllini, til fjørðin og til fólkið. Hann brendi fyri tí, sum talar til insta hugafarið í hvørjum mannabarni, og tað liggur ein vøkur slóð eftir hann – prýdd við alskyns litum, løgum og lýrikki. […]

RIBARHÙS frí.5.juli-kl.19 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning í ár – Frits til minnis.

Framsýningin  “Frits til minnis” letur upp fríggjakvøldið 5. juli kl. 19 – tá verður ymist á skrá m.a. fara Dávur Winter og Jonhard Mikkelsen at hugleiða og ein kaffidussur verður at fáa. Sunvá ( abbadóttur Frits) sýnir fram og selur nakrar vatnlitsmyndir sum hon hevur gjørt til høvi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frits Johannesen var […]