Tíðindi

Øssur Mohr í Ribarhúsi

 Týsdagin 6. juni kl 17.  letur framsýning upp í Ribarhúsi við verkum hjá listamanninum Øssuri Mohr.  Til upplatingarløtuna syngur Jákup á Lakjuni nakrar sangir, og hann fer eisini at siga nøkur orð og hava eitt prát við Øssur um listina. Ein kaffimuður við onkrum afturvið verður at fáa. Framsýningin er opin til 2.juli 2023

Eli Smith í Ribarhúsi.

Framsýningin letur upp 12 mai kl 17   Døgg Nónsgjógv syngur   –  og ein kaffidussur er at fáa – øll eru vælkomin. Føroyski listamaðurin Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari (sokallaðir grótmálningar) og í næstu løtu sker […]

Fuglafjarðar Kvøldskúli framsýning í Ribarhúsi frá 25. apríl til og við 1. mai

“Støkk upp” sølumiðstøð í Ribarhúsi

SPENNANDI 🙂 Hesi fara øll at hava “sølustað” onkunstaðni í Ribarhúsinum 20. til 22. apríl 🙂                    Handilin Diana art & craft            Ùtistovugarðurin á Trøllanesi    

Edith Mørkøre í Ribarhúsi við PRENTVIKUM – hesaferð við KLÆÐISPRENT

Í samband við PRENT VIKURNAR í Fuglafirði í døgunum frá 24. mars til og við 14. apríl, verður í ár varpað ljós á KLÆÐISPRENT. Tá ið framsýningin letur upp fríggjadagin 24. mars bjóðar Edith kaffi/te og gott til góman frá kl. 13.00 til kl. 16.00.  Øll eru vælkomin inn á gólvið og bjóði endiliga øðrum […]

Miriam Poulsen í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp leygardagin 25. februar kl.16 – tá fæst ein kaffimuður og øll eru vælkomin. Miriam er  22 ára gomul og uppvaksin á Sandi. Hon sigur soleiðis um seg sjálva: Mær dámar væl at tekna løtumyndir, tær smáu løturnar í gerandisdegnum. Mín gerandisdagur fer við børnunum í barnagarðinum og frítíðarskúlanum á Sandi, og tað […]

Jacob Fuglø í Ribarhúsi

Í døgunum 1. – 20. februar  hevur Jacob Fuglø, Hvalvík málningaframsýning í Ribarhúsi. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt framsýningar bæði í Danmark og Føroyum eisini. Á framsýningini eru 25 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin hongur uppi til […]

Sámal Toftanes í Ribarhúsi

Í morgin, sunnudagin 11. desember klokkan 16.00, letur Sámal Toftanes upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini eru umleið 20 málningar. Til ferniseringina fer Bárður at framføra okkurt lag, og ein góður drekkamunnur verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er opin allan desember. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15.00 – […]

Jólakonsert

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

Jólaligt vikuskifti