TÍÐINDI
Summartónar í Ribarhúsi frí 9. juni kl. 10 til 12 og ley. 10. juni kl. 15 til 17
Fuglafjarðar Kvøldskúli framsýning í Ribarhúsi frá 25. apríl til og við 1. mai
Alt í einum og sama húsi 20., 21. og 22. apr. 2023
“Støkk upp” sølumiðstøð í Ribarhúsi
Edith Mørkøre í Ribarhúsi við PRENTVIKUM – hesaferð við KLÆÐISPRENT

Eli Smith í Ribarhúsi.
Framsýningin letur upp 12 mai kl 17 Døgg Nónsgjógv syngur – og ein kaffidussur er at fáa – øll eru vælkomin.
Føroyski listamaðurin Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari (sokallaðir grótmálningar) og í næstu løtu sker grót í flísar til meira umfatandi brotamyndir (mosaikk).
Tilfarið er bæði úr Føroyum og úr øllum heiminum, og tún listamansins er fult í søgum um sjómenn og onnur, sum hava borið honum fjaldar dýrgripir Skaparverksins. Myndevnini á grótmálningunum eru sum heild ekspressionistisk landsløg, meðan brotamyndirnar serliga fara í dýpdina við bíbilskum myndevnum. Listin stendur ongantíð í stað, og tíðum finnur Eli upp á aðrar nýggjar tøknir, sum eittnú at mála við vatnlitum oman á límað marmordrúss (steinakvarellFramsýningin hjá Eli í Ribarhúsi er opin til fyrst í juni – og kann síggjast tá húsið annars er opið – kl. 15 til 17.30 mán til frí og ley kl. 11 til 14
Les onnur tíðindi