Tíðindi

Jólaligt vikuskifti

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp mikudagin 16. november kl 17  – Verið vælkomin til ein kaffimunn í tí sambandi. Framsýningin er fjølbroytt bæði í litum og motivum. Málningarnir eru av føroyskum bygdum og landsløgum, andlitsmyndum og eisini bíbilskum motivum. Marjun er ættað úr Norðragøtu, men hevur verið búsitandi í Fuglafirði síðan 1986. Marjun hevur verið á onkrum […]

Ribarsloft týsmorgnar kl. 10 til 12 – Kafé fyri kvinnur 60+

Tónleikaløta í Ribarhúsi týs. 15.nov. kl. 19

Vælkomin til tónleikaløtu í Ribarhúsi har næmingar frá Musikkskúlanum – sum eru við í Kamartónleikakapping –  spæla klassiskan tónleik. Møguleiki er at keypa sær ein duss við onkrum afturvið í Lúkukaffi.

Tórfríð Larsen í Ribarhúsi 19.okt-14.nov

Framsýningin letur upp mikudagin 19.okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin. Tórfríð Larsen, er úr Klaksvík og er 22 ára gomul og nýfuglfirðingur. Hon sigur um seg sjálva: At mála og at vera kreativ, hevur altíð verið ein partur av mínum lívið. Mamma mín hevur mála nógv og hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald, […]

Ribarhús fríggjadagin 7. okt. kl. 17 – Spildurnýtt føroyskt spurnaspæl lagt fram 😊

Móttøka verður í Ribarhúsi fríggjadagin kl 17.00, tí vit geva út eitt spildurnýtt føroyskt spurnaspæl, ið kallast Bezzerwizzer. Tit eru øll hjartaliga vælkomin

Jógvan Martin Olsen málningaframsýning í Ribarhúsi.

Fríggjadagin 16.septembur kl. 17 –  er fernisering við  kaffi og smákøkum. –  Ólavur Larsen sigur nøkur orð og  Bárður á Lakjuni syngur. Mynd-evni eru  landskapsmyndir málaðar við akryl. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin hongur uppi til 10.oktobur.  

Sofus D Poulsen í Ribarhúsi

Mentanardagarnar her í húsinum byrja við fernisering hósdagin 1. september kl 17.30. Sofus kallar hesa framsýningina: “Litføgru oyggjar”. Til ferniseringina sigur Eyðun á Lakjuni nøkur orð og kórið ”Silvitni” syngur. Eisini verður ein  av Vínkúllunum til staðar og skeinkir vín. Hetta sigur Sofus: Eg hoyrdi einaferd eina søgu um Sámal Joensen Mikines, at hann, meðan […]

Heidi Henriques í Ribarhúsi

Vælkomin til framsýningina sum hongur uppi til síst í august. Heidi er 40 ára gomul og er júst flutt aftur til Føroyar, eftir at hava búð 17 ár í Keypmannahavn. Hon hevur mála í nógv ár og haft listasýningar í  Føroyum og Keypmannahavn. Heidi byrjaði sum ung, at mála við akryl á lørift, men seinastu […]

Sólvá Gunnarsson Olsen og Bodil Arbjerg Lundby í Ribarhúsi –

Mikudagin 3. august kl. 16 letur listaframsýning upp í Ribarhúsi – Tvær spennandi konur sýna fram, tað eru tær báðar Bodil Arbjerg Lundby við steinskulpturum og koltekningum og Sólvá Gunnarsson Olsen við stórum og smáum málningum Báðar búgva í DK – Bodil er donsk og býr í Højer og Sólva er føroysk og býr í […]