Sofus D Poulsen í Ribarhúsi

Deil

Mentanardagarnar her í húsinum byrja við fernisering hósdagin 1. september kl 17.30.

Sofus kallar hesa framsýningina: “Litføgru oyggjar”.

Til ferniseringina sigur Eyðun á Lakjuni nøkur orð og kórið ”Silvitni” syngur. Eisini verður ein  av Vínkúllunum til staðar og skeinkir vín.

Hetta sigur Sofus:

Eg hoyrdi einaferd eina søgu um Sámal Joensen Mikines, at hann, meðan hann var á Kunstakademiðnum, varð biðin um at tekna eina mynd av eini avís/tídindablaði, ið rukka saman lá á borðinum. Tá professarin kom framvid Mikines, sigst at hann skal hava sagt ” Mikines! det der ligner ikke en krøllet avis, det ligner fjelde/bjerge”.

Eg smíltist tá eg hoyrdi søguna, tí nettup hetta sum Mikines gjørdi, vísir hvussu heimlongsul hansara, kom til sjóndar í hansara málningum heilt til ellisár hansara.

Eg fái heldur ikki gjørt annað, tí Føroyar eru innan í mær og altíð nærverandi. Tær litføgru oyggjarnar, tad skiftandi ljósið og árstíðirnar, eru fyri mær ein ótømandi kelda av tilfari til málningar og verk sum eg vónandi komi at gera, til eg, um Harrin vil, gerist gamal.

Til hesa framsýningina eru øll verkini nýggj og til hetta høvi ein spildurnýggjur dansiringur.

Tónleikainnsløg verda allar Mentunnardagarnar, og spæli eg sjálvur nøkur løg saman vid øðrum tónleikarum.

Øll eru hjartalig vælkom at síggja málningaframsýningina ”Litføgru oyggjar” sum hongur í Ribarhúsi til 13. sept.

Les onnur tíðindi