TÍÐINDI
Ribarhús – Summartónar við Elin Brimheim Heinesen fríggjadagin 28. august kl. 17.
Ribarhús: Fjølbroytt listaframsýning á mentanardøgunum 2026
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Ribarhús – Summartónar 19. juni kl. 17 – BETTYS QUARTET spælir
Aðalfundur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – 9. mars kl. 19.30 – í Ribarhúsi
Konsertin er útsett !!- konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.
Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)
Miriam Poulsen í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp leygardagin 25. februar kl.16 – tá fæst ein kaffimuður og øll eru vælkomin.
Miriam er 22 ára gomul og uppvaksin á Sandi. Hon sigur soleiðis um seg sjálva: Mær dámar væl at tekna løtumyndir, tær smáu løturnar í gerandisdegnum. Mín gerandisdagur fer við børnunum í barnagarðinum og frítíðarskúlanum á Sandi, og tað hevur sett sín litríka dám á verkini. Annars haldi eg meg ikki til ávísan stíl ella tilfar, men royni meg fram við ymiskum.”
Framsýningin hongur í Ribarhúsi til 20.mars og er opin tá Piddasahandil er opin.


Les onnur tíðindi