TÍÐINDI
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Kári Svensson í Ribarhúsi á Mentanardøgunum 2024
Bettys Quartet í Ribarhúsi – Varmakelduleygardag kl. 16
Ribarhús sun.7.juli kl. 16 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning – Frits til minnis. – Tankar og tónar –
RIBARHÙS frí.5.juli-kl.19 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning í ár – Frits til minnis.
RIBARHÙS frí.5.juli-kl.19 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning í ár – Frits til minnis.
Framsýningin “Frits til minnis” letur upp fríggjakvøldið 5. juli kl. 19 – tá verður ymist á skrá m.a. fara Dávur Winter og Jonhard Mikkelsen at hugleiða og ein kaffidussur verður at fáa.
Sunvá ( abbadóttur Frits) sýnir fram og selur nakrar vatnlitsmyndir sum hon hevur gjørt til høvi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Frits Johannesen var maðurin ið skipaði allar varmakelduframsýningarnar ið hava verið.
Hann stóð fyri øllum og stuðlaði og uppmuntraði bæði ungum og eldri í tí tey fingust við av list og elskaði at hjálpa og fylgja teimum á leið.
Øll kundu vera við í Varmakelduframsýningini líka mikið, um tey júst vóru byrja at fáast við list ella um tey vóru millum tey bestu í landinum.
“Tað er týdningarmikið at vit hjálpa teimum ungu fram á listarliga pallin”, plagdi Frits at taka til.
So í ár verður Varmakelduframsýningin eitt sindur øðrvísi.
Vit hava savnað saman fleiri listaverk eftir Frits Johannesen og ynskja við hesu framsýning, minnast hann á Varmakeldu 2024
Framsýningin er opin, tá Ribarhús og Piddasahandil eru opin um Varmakelduna. Og kann síggjast í Ribarhúsi til 10. juli.
Sunnudagin 7.juli kl. 16 hugleiðir Bárður á Lakjuni við tonkum og tónum um Frits, sála.
Les onnur tíðindi