Tíðindi

Loppumarknaður á Ribarslofti

Um undirtøka er fyri tí, verður skipa fyri loppumarknaði á Ribarslofti 9.oktobur. Luttøkugjald er kr.150,- Avmarkað pláss – so “først til mølle” er galdandi Melda til á tlf 268690 ring ella sms-að – viðmerk hvat tú hevur at selja    

“Støkk inn matstova” v/Leif Sørensen í Ribarhúsi

“Støkk inn” matstova verður í Ribarhúsi fríggjadagin 3. sept. kl. 17 til 23 leygardagin 4.sept. kl. 17 til 23 og sunnudagin 5.sept. kl. 17 til 21. Tað er Leif Sørensen, sum allar Mentanardagarnar borðreiðir við leskiligum og skjótum smárættum, “a la tapas” fyri 60kr stk. og góðum víni ella djúsi afturvið. Kom inn í Riberhús […]

Ingi Joensen og Rógvi Odvørson við fotolist í Ribarhúsi

Hósdagin 2. sept. kl. 17 – 19, tá framsýningin letur upp verða teir báðir til staðar. Bárður og Magni á Lakjuni fara at framføra nakrar sangir og man kann keypa kaffi/te og okkurt afturvið í Lúkuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er partur av tiltøkunum í samband við Mentanar­dagarnar 2021. Myndirnar hjá báðum eru til […]

Okkarahús – Mentanardagar 2021 – Vælkomin –

Jacob Fuglø í Ribarhúsi

Frá mánadegnum  2.august verður framsýning í Ribarhúsi við Jacob Fuglø, Hvalvík. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum. Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin  hongur uppi til 23.august – og kann […]

Ellintur Egilstrøð í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp hósdagin 22. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meinhard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m. Vælkomin á eina ferð við náttúruupplivingum úr Føroyum Stundum í kajakk frásjón, stundum í tyrlu frásjón. Møguliga er frásjónin óbundin. Stundum er myndin týðiligt landslag, stundum […]

Eydna Steinberg í Ribarhúsi

Framsýningin  letur upp mikudagin kl. 17… 24 ára gamla listakvinnan Eydna Joensen Steinberg er fødd og uppvaksin á Viðareiði. Hon hevur teknað síðan hon var smágenta, og um 13 ára aldur byrjaði hon eisini at mála. Íblásturin til listina kemur úr ymiskum – bæði hugflognum, føroysku mentanini, náttúruni og útsýninum frá heimbygdini o.ø. Listin er […]

Opið soleiðis –

Ein góðan kaffimunn við  heimabakaðum afturvið og góðari list á veggjabrettunum… Kom ein túr í Ribarhús tá Lúkukaféin er opin

Livar Nysted í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp Leygardagin 22 mai kl 15:00 og er opin báðar Hvítusunnudagarnar kl. 14 til  16 – har Livar er til staðar sjálvur. Seinasta 1/2 árið, hevur Livar arbeitt, fram ímóti hesi framsýningini. Stílur og myndaevni ið vit kenna hann fyri, “ganga aftur”, men so eru eisini verk við, ið heilt bróta frá. Verkini, […]

Anna Mohr í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp í  dag – sunnudag og mammudag 😉  9. mai – kl. 17 til 20 Anna Mohr er uppvaksin í Klaksvík, hon er 42 ár og  hevur frá heilt ungum av elska at veri kreativ.Serliga málningalisin hevur fylt nógv í hennara lívi og hon sigur sjálv at hennara málningar eru hugkveiktir av listafólkum […]