“Støkk inn matstova” v/Leif Sørensen í Ribarhúsi

Deil

“Støkk inn” matstova verður í Ribarhúsi fríggjadagin 3. sept. kl. 17 til 23 leygardagin 4.sept. kl. 17 til 23 og sunnudagin 5.sept. kl. 17 til 21.

Tað er Leif Sørensen, sum allar Mentanardagarnar borðreiðir við leskiligum og skjótum smárættum, “a la tapas” fyri 60kr stk. og góðum víni ella djúsi afturvið.

Kom inn í Riberhús og fá tær eitt gott óformelt ábit.

Umstøðurnar verða avslappandi og líka til. Inni ella úti og tú kann standa ella sita  og njóta skjótar  smáar rættir, fyri einans 60 kr. fyri rættin.

Vit hava eisini okkurt til børn

Les onnur tíðindi