Ellintur Egilstrøð í Ribarhúsi

Deil

Framsýningin letur upp hósdagin 22. juli kl 15:00

Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meinhard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m.

Vælkomin á eina ferð við náttúruupplivingum úr Føroyum

Stundum í kajakk frásjón, stundum í tyrlu frásjón. Møguliga er frásjónin óbundin. Stundum er myndin týðiligt landslag, stundum er óvissa um tað er nakað landslag. Møguliga tað er ein skaploysingur (amøba), ið er økt fleiri ferðir, ella er tað nakað heilt annað ókent. Møguliga tað er ísur ella kavi – ella møguliga regn. Stundum verður regn til kava ella ís og verður síðani aftur til regn. Møguliga tað, ið einaferð var kavi á myndini, seinni verður til regn ella ís, ella nakað heilt annað. Myndin skiftir, sum føroyska verðrið, alt eftir hvussu ljósið er, ið myndin fær og alt eftir hvør í skoðar verkið. Møguliga er tað soleiðis, at vit síggja alt út frá okkara egna sjónarhornið? Eisini ein málning? Møguliga myndin gevur rúmd fyri at verða við tí, sum er og soleiðis sum tað nú einaferð er? Bert geva seg yvir til løtuna ið er og góðtaka tað ið er her og nú? Møguliga vit kunnu læta málningin og okkum ið hyggja, verða eitt eina stund?

Týsdagin 27. juli kl 15:30 kemur Lyon Hansen og syngur og spælir nakrar sangir.

Opið er mánadag – fríggjadag kl 15-17:30 og leygardag kl 11-14.

Framsýningin hongur uppi til 30. juli.

 

 

 

Les onnur tíðindi