Tíðindi

Jacob Fuglø í Ribarhúsi

Í døgunum 1. – 20. februar  hevur Jacob Fuglø, Hvalvík málningaframsýning í Ribarhúsi. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt framsýningar bæði í Danmark og Føroyum eisini. Á framsýningini eru 25 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin hongur uppi til […]

Sámal Toftanes í Ribarhúsi

Í morgin, sunnudagin 11. desember klokkan 16.00, letur Sámal Toftanes upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini eru umleið 20 málningar. Til ferniseringina fer Bárður at framføra okkurt lag, og ein góður drekkamunnur verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er opin allan desember. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15.00 – […]

Jólasølumarknaður og nógv annað gott

Jólakonsert

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

Jólaligt vikuskifti

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp mikudagin 16. november kl 17  – Verið vælkomin til ein kaffimunn í tí sambandi. Framsýningin er fjølbroytt bæði í litum og motivum. Málningarnir eru av føroyskum bygdum og landsløgum, andlitsmyndum og eisini bíbilskum motivum. Marjun er ættað úr Norðragøtu, men hevur verið búsitandi í Fuglafirði síðan 1986. Marjun hevur verið á onkrum […]

Ribarsloft týsmorgnar kl. 10 til 12 – Kafé fyri kvinnur 60+

Tónleikaløta í Ribarhúsi týs. 15.nov. kl. 19

Vælkomin til tónleikaløtu í Ribarhúsi har næmingar frá Musikkskúlanum – sum eru við í Kamartónleikakapping –  spæla klassiskan tónleik. Møguleiki er at keypa sær ein duss við onkrum afturvið í Lúkukaffi.

Piddasahandil hevur heilt vist jólagávuna –

Vælkomin inn á gólvið – her fæst nógv spennandi til keyps 🙂

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – ein sólskinssøga – mitt í Fuglafirði í 25ár

…og hetta verður hátíðarhildið  tann 21.novembur í MH.- Har øll sum hava veri partur av virkseminum so ella so ígjøgnum hesi 25 árini eru vælkomin. Men tit mugu siga frá. Sí plakat.     Eitt sindur frá byrjanini: Á Grækarismessu tann 12.mars 1997  var stovnandi fundur á Kunningarstovuni – eini 10 fólk møttu. Ein nevnd […]