TÍÐINDI
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Jólamarknaður í Ribarhúsi – 24. til 26. nov. –
Skráin liggur niðanfyri hesi orðini 🙂
Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum í ”jólahúsið” í Fuglafirði komandi vikuskifti 24. til 26. november.
Fríggjadagin 24.nov. kl. 16. letur kreativi jólamarknaðurin upp í gallarínum.
kl. 17 tendrar Jóel hekklaða jólatræið á Ribarslofti har menninir í dupultkvartettin VEGA syngja nøkur jólaløg.
Hesar dagarnar selja kreativar sálir egið jólaligt og heimagjørt av alskins slag í gallarínum samstundis hevur Lúkukaféin opið og serverar góðar dussar við heimabakstri, sum eisini kunnu njótast við borð ymsa aðrastaðni í húsinum.
Hugnaligi og jólaligi Piddasahandil er sjálvandi opin við trivaligum heimavirkaðum jólagávum til bæði stór og smá.
Á Piddasakontóri er jólalig myndatøka allar dagarnar sum Rósa R tekur sær av.
Fríggjadagin 24. nov. er opið frá kl. 16 til kl. 20
Leygardagin 25.nov. er opið er frá kl. 12 til kl. 20
Ribarsloft: ELVA Støkk upp verkstovur ”Mála á keramik” kl. 12 og kl. 15
Sunnudagin 26.nov er opið kl. 14 til 18
Ribarsloft: KRIA hevur støkk-upp “Smúkkukafé”kl. 14 til 18
”Ribarhús” er gamal søguligur bygningur sum stendur mitt í Fuglafirði –
Her er hugnaligt, jólaligt og fjálgt – og gott pláss og nógvir krókar har man kann seta seg niður við einum góðum dussi og einum práti.
Veri hjartaliga vælkomin
Les onnur tíðindi