TÍÐINDI
Harry Knudsen av Glyvrum í Ribarhúsi
Ribarhús á Mentanardøgunum 2026 – Sunnudagur 6.sept –
Ribarhús – Summartónar við Elin Brimheim Heinesen fríggjadagin 28. august kl. 17.
Ribarhús: Fjølbroytt listaframsýning á mentanardøgunum 2026
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Ribarhús – Summartónar 19. juni kl. 17 – BETTYS QUARTET spælir
Bindiverkstova í Ribarhúsi
Hósdagin 25. januar kl. 19, verður bindiverkstova í Ribarhúsi – Tað er ”Bindiuppskrift.fo” sum skipar fyri.
Les meir og melda til her:
www.uppskrift.fo/products/atgongumerki-til-verkstovu
Tær siga:
Hósdagin, 25. januar, fara vit at hava eina bindiverkstovu í Ribarhús í Fuglafirði, og tað verða turriklæðir, sum vit varpa ljós á. Deiliga hóskandi til hesa køldu tíðina.
Súsanna Mørkøre kemur at læra okkum at binda eitt turriklæði við patent, og so fara vit frá Uppskrift.fo eisini at læra tykkum at binda Heim í Heiðarnar turriklæðið.
Vit møtast kl. 19 í Ribarhús, fáa okkum ein kaffimunn og práta, og so byrjar undirvísingin kl. 19:30.
Kaffi og køka verður til keyps í Lúku-kaféini í Ribarhúsi.
Hespan kemur at hava ein sølubás, so tit kunnu keypa tógv til turriklæðini (ella til hitt projektið, sum tú leingi hevur ætlað tær at byrjað uppá, men ikki ert komin so langt – heilt sikkurt tú veitst hvat eg meini 😉 ).
Les onnur tíðindi