Tíðindi

Poul Horsdal í Ribarhúsi

Hósdagin 5.septembur kl. 15.30 letur ein áhugaverd listaframsýning upp í Ribarhúsi við verkum hjá Poul Horsdal. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Hetta er ikki ein søluframsýning, men tað ber til at keypa plakatina,(myndin omanfyri)- kostnaður 150 kr. Tá framsýningin letur upp, sigur Sjúrður Horsdal nøkur orð um […]

Nú eru vit farin í gongd við seyming av endurnýtslu taskunum !

Seymingin av endurnýtslutaskum byrjaði í morgun, mánadag 26. Kl. 10. á Ribarslofti. Vit vóru nakrar sum hugagóðar møttu uppí morgun, og fingu gongd á klippingina og seymingina. Týsdagin 27. august. klokkan 19.00 verður hildi fram á Ribarsloftinum – har er nógv lekkurt endurnýtslutoy, sum liggur klárt at klippa, sumt er entá longu klippt og klárt […]

Piddasahandil – hugnaligur gamal handil –

Allan august er opið kl.10 til 17.30 – Her er nógv lekkurt heimagjørt til keyps – og hvørja viku kemur nýggj vøra. Keyp tær ein kopp av kaffi úr okkara JURA kaffimaskinu og okkurt afturvið … ella onki 😉 – og set í “KAFFIKRÒKIN” ella bara í onkran av hugnaligu krókunum í húsinum at njótað […]

Finleif Mortensen í Ribarhúsi.

Fríggjadagin 16. august kl. 17:00 verður fernisering í Ribarhúsi har Rani Nolsøe syngur nakrar sangir. Finleif Mortensen brúkar tveir hættir, tá ið hann málar – ein figurativan og ein abstraktan. Tveir hættir, ið vanliga eru fataðir sum tveir mótsetningar. Tann eini byggir á eygleiðing og endurgeving av veruleikanum sum hann sæst, hin er savnandi um […]

Varmakelduframsýningin 50 ár…

Vælkomin til framsýningarnar, sum kunnu síggjast á øllum hesum 6 støðunum, –   alla hesa vikuna afturat – til og við  8. juli – Hesa vikuna eru sýningarstøðini opin frá kl. 16 til 18. Ribarhús hevur tó opið  frá kl. 10 til kl. 18 – og hátíðarplakatin fæst til keyps í Piddasahandli 🙂 Atgongumerki á kr.50,-  […]

Vøkur yrking -Varmakeldu-framsýningin fimmti ár.

Petur Martin Petersen hevur skrivað hesa vøkru yrking um tveir av okkara frægu, eldru listamonnum. Poll hjá Øra og Kristian hjá Benadikt á 50-ára listarfelagsstevnu 29.06.2019 Á Bakka búgva fróðir menn, eg fari tveir at nevna, teir gjørdu listabrøgd í senn, við tí teir mundu evna. Í Geil sat Poll og sá til seyð, hann […]

Piddasahandil eitt “must” á Varmakeldu

Hugnaligi gamli handilin er opin leygardagin  frá kl. 11 til kl.20. og sunnudagin frá kl. 14 til kl. 20 Støkk inn á gólvið – keyp tær  Varmakelduplaktina. Set teg í Kaffikrókin ella aðrastaðni í húsinum við einum  góðum kaffidussi ella einum sunkist og nýbakaðari vaflu v/róma og syltetoy afturvið – Síggj tað stóra úrvalið av […]

Ferniseringin í Miðstaðarlundini 24.juni

Hesa mást tú eiga

Ein sera snøgg plakat sum   fæst til keyps í Piddasahandli – tvær støddir – tann størra fyri kr. 300,- hin fyri kr. 200,-

Kort av Fuglafirði við framsýnigar-støðunum á.