Edith Mørkøre í Ribarhúsi

Deil

Ferniseringin er hósdagin 17. oktober millum kl.16.00 og 19.00. har bjóða verður gott til góman.
Øll vitjandi hava møguleika at fáa eina plantu heim við sær, sum listakvinnan hevur planta í umhvørvisvinarligar, brúktar kaffikoppar.
Edith sigur soleiðis: “Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøksturi í sær sjálvum so eri eg upptikin av speglingini millum ”fólk, lívið og støðum ein er í” og so ”plantum, trøðum og trivnaðinum vøksturin er í”.

Fríggjadagin 18.oktober millum kl.13.00 og 19.00 verður Edith eisini til staðar.Eftir tað, er framsýningin opin sum vænt í Ribarhúsi:Leygardag frá kl.11.00 til 14.00 og mána- til fríggjadag kl.15.00 til kl. 17.30

Øll eru hjartaliga vælkomin .

Les onnur tíðindi