Ólavur Halgi – FD 100 – í Ribarhúsi hóskvøldið, 5. des. kl. 20.00

Deil

Tann 1. november 2019 vóru 60 ár síðani, at trolarin Ólavur Halgi á fyrsta sinni stevndi inn á Fuglafjørð

Hóskvøldið, 5. des., kl. 20.00
fer Jógvan á Lakjuni at hugleiða um “FD 100 Ólav Halga” í Ribarhúsi.
Kaffidussur og kakubiti verður at fáa.

Piddasa handil er opin.  Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin

Ólavur Halgi
FD 100
Eigari: Fuglafjarðar Samvinnufelag
Bygdur í 1959
792 br. tons
1.470 HK MAN diesel
118,3 føtur langur
32,1 føtur breiður
14,4 føtur djúpur
___________

Teir fyrstu túrarnar vóru 52 mans mynstraðir við, men sum tíðin gekk, minkaði manningartalið niður í 38.

Stórt arbeiðsloysi var í Fuglafirði í 1950unum, so tað varð eitt sera kærkomið arbeiðspláss, sum stevndi inn á fjørðin Allahalganadag fyri 60 árum síðani. Tað munnu verða teir flestu menn í Fuglafirði, sum í dag eru tilkomnir, sum í hvussu so er hava verið ein túr við Ólavi Halga. Nógvir eru eisini teir, sum hava vunnið sær góða inntøku í hesum arbeiðsplássi.

Søgan um Ólav Halga í Fuglafirði er fyri tað mesta ein sólskinssøga. Hann kom til, har arbeiðsloysið valdaði og skapti gróður. Í 17 ár var Ólavur Halgi eitt týðandi arbeiðspláss í Fuglafirði.

26. apríl í 1976 fór Ólavur Halgi sín síðsta túr sum fiskiskip, tá ið teir komu aftur av hesum túri varð hann lagdur.

Í sambandi við at Ólavur Halgi kom á Fuglafjørð á fyrsta sinni, hevði Hilmar Petersen yrkt ein sang, sum Fuglafjarðar sangkór sang á bryggjuni.

Ólavur Halgi, 1.nov. 1959

Lag: Fagurt ert tú, fosturlandið.

Sagt er frá í fornum søgum,
víkingar í gomlum døgum,
flýddu fedralandi frá.
Løgdu út frá heimastrondum,
stevndu móti øðrum londum,
lendu Føroyalandi á.

Túsund ár í søgu svunnu,
síðan landi her teir funnu.
Synir byggja landið enn,
sigla knørrin enn sum áður,
fara víða um sum fáur,
roynast enn sum skilamenn.

Komið er nú her til býggja
stásiliga fari nýggja.
Eydnan fylgi, hvar tað fer.
Ver vælkomin her, vit siga,
og av hjarta øll vit biðja:
signing ber á Fuglafjørð.

Gævi veiðueydnan fylgi
knørrin yvir hav og bylgju,
virkisgleði um hann grør.
Fyrndarhavn vil knørrin prýða,
vís við fragd um havið víða:
Ólavur Halgi, Fuglafjørð.

Kelda: www.fuglafjordur.com

Les onnur tíðindi