Tíðindi

Piddasahandil eitt “must” á Varmakeldu
Hugnaligi gamli handilin er opin leygardagin frá kl. 11 til kl.20. og sunnudagin frá kl. 14 til kl. 20 Støkk inn á gólvið – keyp tær Varmakelduplaktina. Set teg í Kaffikrókin ella aðrastaðni í húsinum við einum góðum kaffidussi ella einum sunkist og nýbakaðari vaflu v/róma og syltetoy afturvið – Síggj tað stóra úrvalið av […]

Hesa mást tú eiga
Ein sera snøgg plakat sum fæst til keyps í Piddasahandli – tvær støddir – tann størra fyri kr. 300,- hin fyri kr. 200,-

Vælkomin við
til tiltak í Miðstaðarlundini (Central Park) í Fuglafirði – í morgin, mánadagin 24.juni í samband við at málningaframsýningar lata upp á seks ymiskum støðum í býnum… sí skrá niðanfyri her.

Arkitektar í Ribarhúsi
Fríggjadagin, 14. juni kl. 17:00 opnaði ein forkunnug framsýning við framløgu – í Ribarhúsi. Arkitektarnir, Niels Midjord, Jákup Pauli Johannesen, Eyðun Eliasen og Rúni Abrahamsen høvdu framløgu og frásøgn um okkurt av verkum teir hava teknað. Tekningarnar vóru til skjals á vegginum, og verða hangandi har til 23. juni.

Søguligar og ørvísi framsýningar – 50 ár
Í ár, feira vit at tað eru 50 ár síðani fyrstu Varmakeldumálningaframsýningina í fimleikarhøll skúlans. Í juni hava verið og eru tvær spennandi og ørvísi framsýningar á skránni og mánaðarskifti juni/ juli verður so tað“stóra brakið” við nógvum listafólkum sum hava tað í felag, at tey antin eru slektaði hiðani, ella á annan hátt hava […]

Málningaframsýningin á Varmakeldu fimmti ár í ár.
Tað verða teir gomlu – teir fyrstu listamenninir í Fuglafirði: Símun Olivur Johannesen, Kristjan Hansen- Kristjan hjá Benadikt, Kristjan Vígdá, Valdemar Djurhuus, Símun Pauli(Poll) Øre og Hans J. Hansen, yngri á Brúnni, sum eru við í hesi fyrstu framsýningini. Henda sýningin er eins og ein lunnbót til fleiri aðrar sýningar, sum fara at verða í […]

Bókin “Frits” fæst til keyps í Piddasahandli
Nýggja bókin við málningum hjá Frits Johannesen, sum Sprotin gav út í samband við 75 ára føðingardagin hjá listamanninum fæst í Piddasahandli.