Kom við til “STREETBINDING”/HEKKLING

Deil

…ella “tógvgrafitti” sum tað eisini kallast.
Ætlanin í ár, er at binda og hekkla upp á rekkverk, pelar, trøð o.a. ymsastaðni í býnum.
Vit hittast fyrstu ferð
mánakvøldið 23.sep. kl. 19 – 21,
har vit fara at tosa um “hvat og hvussu”saman við einum kaffidussi 🙂
Havið stokkar/hekklinálir og tógv við!
Á myndini ovast,eru nøkur hugskot.
Vit síggjast til Streetbinding á Ribarslofti 🙂
Hjartaliga vælkomin 🙂

-Til jólar 2019, savnaðust vit nøkur kvøld á Ribarslofti til at hekklað puntar,
fyrst og fremst til “Hekklaða jólatræið” sum bleiv ein stuttlig “suksess”,
men har kom eisini so nógv annað spennandi burturúr puntunum,
at tað bleiv til eina serstaka og ørvísi framsýning í Ribarhúsi.
Av tí, at tað tiltakið varð so væl eydnað, hevur tað givið okkum íblástur at fara útum, at prýða býin við líknandi hondarbeiði.
Niðanfyri her, eru nakrar stemningsmyndir frá hugnaligu løtunum í fjør 🙂

Les onnur tíðindi