Elin Johansdóttir í Ribarhúsi.

Deil

Framsýningin letur upp í morgin fríggjadagin 27. septembur kl. 17 til kl. 19.
Ein drekkamunnur verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin.
Elin er uppvaksin í Fuglafirði, hon er mitt í 20unum og hevur frá barnsbeini veri kreativ.
Hon hevur altíð teknað og málað, men byrjaði av álvara seriøst at arbeiða við vatnlitum, pennum og akrylmáling fyri góðum árið síðan.
Íblástur fær Elin frá egnum royndun og kenslum, so sum ótta, sorg, gleði, freistingum osv.
Hon hevur nógvar myndir við sum eru málaðar til júst hesa sýningina í Ribarhúsi.
Elin hevur sýnt fram í Berglon og veri við á Varmakelduframsýningum.
Í summar hevði hon sín fyrstu stakframsýning í Gallarí Glæmuni í Gøtu.
Framsýningin er opin tá húsið er opið og hongur í Ribarhúsi til umleið hálvan okt.

Les onnur tíðindi