13. juni er aftur “Nýtt upp á stokkarnar” á Ribarslofti – hesaferð “Entrelac-binding”

Deil

Og aftur hesaferð er nógv við í prísinum – Í Noðastovu tógv og stokkar, kaffi og vegleiðing til dagsins uppgávu, dussar á Ribarslofti meðan tit stokkast.

Máltíð á middegi, vitjan á Fjord við kaffi og føroyskari sjokolátu.

Og har afturat  verða eisini stundir at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur í býnum.

Á skeiðnum verður annars bundið út frá einari grunduppskrift, har frítt er, at seta tykkara egna dám á við litum, mynstrum og sniði undir kønari vegleiðing.

Keyp atgongd á  www.ferðist.fo

Les onnur tíðindi