Helena Kjeld í Ribarhúsi

Deil

Týsdagin, 10. mars kl 16:00.  letur upp mynda- og málninga sýning hjá Helenu Kjeld.

Helena er dóttir Fririkku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi.

Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar.

Helena gongur á Cambridge school of visual & performing arts og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing.

Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga verður hon liðug við í summar.

Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.

Framsýningin hongur uppi allan mars – og er opin somu tíðir sum Piddasahandil er opin.

Og tað er mán. til mik. kl. 15 til 17.30

ley. kl. 11 til 14

 

Les onnur tíðindi