Piddasahandil og Kaffikrókurin

Deil

Kaffikrókurin, sum er beint innanfyri tað reyðu hurðina í Piddasahandli er ein hugnaligur krókur, har øll eru vælkomin at sessast rundan um reyða borðið.
Í kaffikrókinum stendur okkara JURA kaffimaskina, úr henni kunnu keypast fleiri sløg av kaffi – heit mjólk til kakao – (hartil smáir skúmfidusar) og heitt vatn til te-posar – velji sjálvi úr te-dósini sum hongur á vegginum.- Og nú ber eisini til at keypa køld Sunkist í Piddasa 🙂
Bonkurin rundanum borðið er serstakur, á honum liggja koddar, sum eru seymaðar úr gomlum mynstrutum føroyskum troyggjum – endurnýtsla sum vil nakað!
Tað eru konur sum passa Piddasahandil, sum hava gjørt koddarnar.
Her er gott og hugnaligt at sita við einum kaffidussi og práta.
Men tað ber sanniliga eisini til, at keypa sær ein kaffimunn og seta seg – t.d. inn í handilin á gomlu grønu sofuna, inn í Ribarhús við okkurt av smáu borðunum har, upp á Piddaloft – ella aðra staðni. Í húsinum eru nógvir hugnaligir krókar 
Og altíð er okkurt gott afturvið og ofta okkurt heimabakað –

Les onnur tíðindi