TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Janus á Húsagarði í Ribarhúsi.
Framsýningin lat upp 1. februar og er opin til 21. Februar
Janus á Húsagarđi er 44 ára gamal, útlærdur snikkari og sjálvlærdur listamálari.
Hann hevur havt myndaframsýningar javnan, síđani hann var tannáringur – 15 ára gamal – og hevur givið út ein hóp av myndabókum.
Janus hevur undirvíst í tekning og list í fleiri ár á Føroya Fólkaháskúla og myndaevnini eru úr føroysku natúrini t. d. fuglar, trøll, klettar, hamrar, drangar og berg viđ eini fjøld av skemtiligum smálutum.
Í 2019 legði Janus arbeiđið frá sær á Háskúlanum og fór at mála burturav.
Henda framsýning er eitt úrslit frá hesi gongd í hansara myndlista verð.
Les onnur tíðindi