TÍÐINDI
Kvøldskúlin framsýning í Ribarhúsi 22 til 29. mai-
Grannakaffi í Ribarhúsi – leygardagin 20. apríl kl. 15 til 18
Ribarhús fríggjadag 12. og leygardag 13. apríl – báðar dagar opið kl. 11 til 18
Mini “Støkkupp” Sølumiðstøð í Ribarhúsi 12.-13. apr. 2024. Opið báðar dagar kl. 11 til 18
Fyrilestur um ófrið – í “verðsins friðaligasta og hugnaligasta” Ribarhúsi …
STØKK-UPP í Ribarhúsi frí. 12. og ley.13. apríl –
Anni Haraldsen við áseymaðum myndum í Ribarhúsi
Í Ribarhúsi 12 mars – Hugnakvøld og Aðalfundur
“Nýtt uppá stokkarnar” hesaferð tó nýtt við hekklinálini :) leygardagin 27.juni fara vit at hekkla ommupuntar.
Ein fínur máti at byrjað summarfrítíðina !
Eftir kl. 10, verður byrjað í Noðastovu – nýggja heimliga tóhandlinum á havnarlagnum, við tógv og hekklinál og vegleiðing til dagsins uppgávu. Og sjálvandi kaffi við føroyskum ísi afturvið.
Dugnaligi undirvísarin setir okkum í gongd við uppgávuna út frá einari grunduppskrift, men tað er frítt at seta egnan dám á bæði við litum og mynstrum.
Ímeðan vit hekkla, ger kokkurin á Muntra ein vælumtóktan rætt, sum verður serveraður fyri okkum tá vit umkring middag ganga ein túr niðan á Muntra.
Seinnapartin verða eisini stundir til at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur.
Vit støkka inn á gólvið í Fjord, har borðreitt verður við kaffi og føroyskari sjokolátu, og fáa søguna um kreativa íverksetan og hennara ymisku uppgávur.
Aftaná ganga vit ein túr gjøgnum miðstaðarlundina yvir aftur í Ribarhús at arbeiða víðari.
Les onnur tíðindi