TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi
Marjun letur upp málningaframsýning leygardagin, 27. juni kl 16 – og øll hjartaliga vælkomin til ferniseringina 🙂
Marjun er ættað úr Norðagøtu og er gift við fuglfirðinginum Samson í Lambanum og eiga tey 4 deilig børn: Fritleif, Sonja, Ragna og Jákup.
Tað skemtiliga og tað listaliga eigur dagin og løtuna. Hennara penslabørn eru komin væl undan, Flestu málningar hennara eru av bygdum, bygdaløgum og persónum í vøkrum, ljóslittum, gráligum skapum, sum halda hendur fast um tilverunar gongd í einum vøkrum íblástri í einari kensluligari tilevning.
Tað verða 20 verk á vegginum og framsýningin hongur uppi til hósdagin 9. juli.
Frits: Havi eina yndisliga, fagra, lítla mynd á vegginum , sum Marjun hevur gjørt 1998 av eini mammu við einum bróstabarni og einum størri barni, sum leggur seg afturat móðrini á vinstru lið. Hetta er millum hennara fyrstu myndir, og má eg siga, at hetta ein sjón fyri eygað og gleðiligt at sjá hvønn dag.
Les onnur tíðindi