TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Vælkomin til list og kaffi – vælkomin í hugnaligt, kveikjandi og øðrvísi umhvørvi, nú “Lúkukaffi” letur upp í Ribarhúsi
Vit byrja s p a k u l i g a – og hósdagin 19. novembur kl.10.00 til kl. 17.00 fer at bera til at keypa ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið ígjøgnum veggjalúkuna í Ribarhúsi fyri fyrstu ferð.
Í morgin verður tað jólabolli v/smør osti og rabarbusyltetoy, súreplaterta v/súrróma, brownie v/hindber og sjokolátamoussé, kransakøkustykkir, smákøkur og “cookies” – kl. 11.30 ber til at keypa “dagsins suppu v/ breyð – til uppi er 😉
Vælkomin í hugnaligt og kveikjandi umhvørvi – við vatnlitsmyndum hjá Frits á gomlu veggjabrettunum, góðum jólatónleiki undan bjálkunum og við møguleika at keypa okkurt leskiligt úr veggjalúkuni . Eisini ber til at vitjaPiddasahandil – okkara heimavirkishandil í tveimum hæddum, sum hevur opið, við eini rúgvu av góðum og fjálgum jólagávuhugskotum 😉
Fríggjadagin 20. Nov og leygardagin 21.nov.er Lúkukaffi í Ribarhúsi ikki opið.
Opið er aftur sunnudagin 22.novembur í samband við konsert sum er klokkan 16.
Tá er opið kl.15.00 til kl.18.00
Ca. soleiðis fer Lúkukaffi í Ribarhúsi at hava opið til jóla:
Mánadag og týsdag er stongt
Mikudag kl.14.00 til 17.00
Hósdag kl.10.00 til 17.00
Fríggjadag kl.14.00 til17.00
Leygardag kl.11.00 til 14.00 ( í smb við tiltøk longri opið)
Sunnudag opið í smb. við tiltøk
Piddasahandil og Ribarhús hava opið sum vanligt.
Les onnur tíðindi