TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Jólamyndirnar hjá Suffíu á Ribarslofti.
Leygardagin 5. desember frá kl. 11-14 verður bókaframløga av bókini ‘Fyrstu jólini’, sum kom út herfyri.
við jólamyndum, sum Suffía Nón hevur gjørt fyri Posta.
Her verður eisini møguleiki fyri at keypa jólabókina, jólakort og jólamerkir, og samtíðis fáa bókina signeraða inntil kl.12.
Um hugur er til tess, ber til at skriva jólakortini í hugnaliga umhvørvinum her.
Lúkukaffi í Gallarí Ribarhúsi er opið frá kl.11 til kl.14,við einum góðum “dussi” – saman við framsýningini hjá Selmu Ellingsgaard .
Piddasahandil er sjálvandi opin, og smekkfullur av góðum jólagávuhugskotum,
so her eru allar fortreytir fyri, at hugna sær og at finna nakrar jólagávur ella jólaprýði.
Vælkomin í Jólahúsið í Fuglafirði <3
Les onnur tíðindi