TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
“Lesiringurin Mirjam” á Piddasalofti týskvøldið, 19. januar kl. 20.00
Hetta er fyrsti av 5 “Lesiringum”, sum í vár vera á Loftskontórinum í Piddasahandli, og tað er Hilda Viderø, sum skipar fyri “Mirjam lesiringunum” ið eisini eru í Tórshavn og í Klaksvík.
Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.
Francine Rivers hevur skrivað fimm bøkur um tær fimm kvinnurnar, sum eru nevndar í ættartalvu Jesusar. Páll á Lakjuni hevur týtt allar bøkurnar til føroyskt, og tann fyrsta, sum vit fara at gjøgnumganga, er bókin, TAMAR.
Um tit ikki eiga bókina, kunnu tit keypa hana fyri 150 kr. hetta kvøldið – eisini ber til at læna bókina.
Kaffidussur verður at fáa, og tað kostar onki at luttaka.
Hilda sigur, at endamálið við “Mirjam lesiringunum” er at fáa kvinnur at lesa góðar og gevandi skaldsøgur og at fáa tær at samtala um innihaldið í bókunum.
“Eg las fyrstu bøkurnar hjá Francine Rivers á enskum, og mær dámdi tær sera væl”, sigur Hilda. “Nú eru bøkurnar føroyskum, og tí er tað mær ein fragd at fara undir hetta við júst hesum bókunum og lesiringum.”
Tamar lærir okkum um “vón”, Rahab um “trúgv”, Rutt um “kærleika”, Batseba um “ómetaliga náði” og Maria um “lýdni”.
Ætlanin er, at vit lesa bøkurnar, áðrenn vit møtast. Ein av okkum fær ábyrgd av at leggja fram og hugleiða um, hvat hon hevur fingið burturúr. Hon kann seta spurningar og ella tosa um okkurt, sum hon heldur er áhugavert, og kann útdýpa okkurt meira og draga paralellir til okkara gerandisdag. Allar eru við í prátinum.
Eg havi tosað við kvinnur, sum siga, at tær als ikki lesa. So til tín, sum ikki lesur ella ikki hevur lisið júst hesa bókina, tú kanst saktans vera við J Í framløgunum leggja vit dent á søgugongdina, so tú fært innlit í innihaldið í bókini.
Um tað eru kvinnur, sum ikki lesa føroyskt, so havi eg nakrar av bókunum á enskum
Hilda Viderø:
Eg havi arbeitt við kvinnum í Afrika í nógv ár. Eg eri stovnari og leiðari av felagsskapinum Mirjam. Mirjam var systir Móses og Áron, sum vit lesa um í Gamla Testamenti.
Tí valdi eg at kalla lesiringin“Lesiringurin Mirjam”.
Les onnur tíðindi