TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Ingi Joensen og Rógvi Odvørson við fotolist í Ribarhúsi
Hósdagin 2. sept. kl. 17 – 19, tá framsýningin letur upp verða teir báðir til staðar.
Bárður og Magni á Lakjuni fara at framføra nakrar sangir og man kann keypa kaffi/te og okkurt afturvið í Lúkuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin er partur av tiltøkunum í samband við Mentanardagarnar 2021.
Myndirnar hjá báðum eru til sølu.
At teir báðir sýna fram saman her hesar dagarnar er forkunnugt og stuttligt.
Tað, ið Ingi Joensen sýnir fram á hesi sýning var ein partur av „LESS IS NORTH“ bólkaframsýningini í Listasavnið Føroya, har hann sýndi fram saman við íslendsku Hallgerður Hallgrímsdóttir og dananum Per Bak Jensen.
Ingi varð útbúgvin á Skolen for brugskunst í Keypmannahavn í 1977. Tað var her, at Ingi fekk kunnleika til heimin, har fotomyndir kunnu meira enn bert at skráseta veruleikan. Á skúlanum var eitt fult útgjørt myrkakamar, og skúlin helt blaðið Camera, ið umrøddi myndlist. Ingi Joensen fekk áhuga fyri fotolistini og gjørdi eina íløgu í eitt gott myndatól. Síðani tá hevur Ingi arbeitt við fotolist og áhaldandi fotograferað bæði í Føroyum og úti í heimi, umframt at arbeiða sum grafiskur formgevi. Í nógv ár hevur Ingi Joensen verið rættiliga einsamallur listamaður á fotolistaliga økinum í Føroyum.
Meiri um Inga og LESS IS NORTH framsýningina kann lesast í bókini, ið liggur í Ribahúsi meðan framsýningin er.
Rógvi er útbúgvin grafikkari – hann lærdi hjá Føroyaprent og hevur Inga Joensen sum grafiskan leiðara. Rógvi hevur gjøgnum árini tikið nógvar spennandi myndir við sínum myndatóli. Honum dámar at fotografera løgnar vinklar, skuggar og ljós, og at arbeiða grafiskt við myndatøkunum, hugtekur hann, og tað sæst aftur í myndunum sum eru við á framsýningini.
Framsýningin hongur í Ribarhúsi til umkring 20 septembur.
Les onnur tíðindi