TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Bjartur fríggjadagur Ljós Advent
Um alt landið verður lýst við Svørtum fríggjadegi ella Black Friday og summastaðnis við fleiri døgum ella heilari viku. Lagt verður upp til kø-tilboð og kassa-køir.
Handils- og cafélívið í Fuglafirði hevur valt ein annan leist. Handlarnir hava eisini nógv góð tilboð, men hava valt at kalla dagin ‘Bjartur fríggjadagur’, tí hvørki Black ella svart hóska til hugnan og ljósa huglagið í býnum. Her lýsa jólaperurnar og vindeyguni glitra við ljósum og øðrum pynti, og verður kavin liggjandi, lýsir hann eisini upp.
Fjálgu handlarnir Fjord og NoðaStova, sum fyllir tvey ár hetta vikuskiftið, klædnahandlarnir Kato og ikki minst Vørðslan, sum júst hevur skift samleika, hava leingi opið við góðum tilboðum. Hugnaligi Piddasahandil og Lúkukaféin í Gallarí Ribarhús hava hondgjørdar lutir og jólaligan bakstur. Her er stutt millum handlarnar og kaffimunnarnar, og verða tey vitjandi svong, eru bæði Muntra og Pitsa 530 opin. Lagt er í hvussu er upp til, at øll kunnu fáa ein hugnaligan dag í jólastákanini.
Les onnur tíðindi