TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Prentvikur á Ribarslofti
Á Ribarhúsloftinum eru ymiskar verkstovur hvørja viku, har bæði roynd og óroynd kunna luttaka. Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna. Tilfarið, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verkstovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Mánadagin 21. mars og týsdagin 22. mars eru HÁPRENT verkstovur á skránni. Onnur verkstovan er ætla vaksnum og á hinari er møguleiki hjá ungum niður í 10 ár at luttaka. Arbeitt verður skapandi við at skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy. Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu, Baren og skei.
Mánadagin 28. mars er DJÚPPRENT verkstova fyri bæði byrjarar og roynd innan grafikk. Á verkstovuni verður arbeitt við serligari tøkni frá Akua, har plátur verða dekkaðar við Carborundum Gel og síðani verða myndaevnir reinsaði og skavaði í plátuna. Prenta verður við pressu og Akua Pin-pressu.
Mándagin 4. apríl er SERIGRAFI verkstova fyri byrjarar. Á verkstovuni verður arbeitt við at prenta myndaevnir gjøgnum uppspent net á rammu. Vit gjøgnumganga ymsar teknikkir og prenta á bæði pappír og klæði.
Far inn á www.litbrigdi.net fyri at melda til.
Les onnur tíðindi