TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Kvøldskúlaframsýning í Ribarhúsi
Hesar dagarnar – frá hósdegnum 21. apríl til og við mánadegi 25. apríl – eru tað “næmingar” í Fuglafjarðar Kvøldskúla sum lýsa upp í Ribarhúsi –
Sera áhugavert at síggja hvussu hendur og hugflog kunnu gera ein langan myrkan vetur áhugaverdan og kreativan at koma ígjøgnum 🙂
Takk til Kvøldskúlan fyri at brúka Ribarhús til hesar framsýningarnar nú í fleiri ár á rað.
Her er hugnaligt og fjálgt at koma inn í 🙂 Her er nógv at skoða – og sum allar vanligar dagar alt árið – er nógv lekkurt heimavirka at fáa í Piddasahandli.
Alt húsið er opið og vert at fara ein rundtúr í.
Og í Lúkukaffi fæst ein góður dussur.
Hjartaliga vælkomin 🙂
Les onnur tíðindi