TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Vælkomin í søguliga PERLU mitt í býnum í Fuglafirði
Vælkomin – inn á gamalt gólv – vælkomin í søguliga, hugnaliga, fjálga og kreativa PERLU mitt í býnum í Fuglafirði – Vælkomin í Ribarhús og Piddasahandil og Lúkukaffi – Vælkomin inn gjøgnum tað reyðu ella tað bláu hurðina og tú kanst ganga aftur og fram undir taki – her er turt og gott pláss – og nógvir krókar bæði uppi og niðri – Vælkomin í Ribarhús – her hongur Leirvíksfjall á gomlu veggjabrettunum. Í Piddasahandli sum er í tveimum hæddum, sæst og fæst nógv lekkur ullvøra – bundin pløgg av alskins slag og ymist annað hand-og-heimavirka – her fáast eisini lambaskinn og Lúkukaffi selur hugnaligar kaffi og te-dussar við góðum heimabakstri afturvið.
Í dag:
Leygardagur 2. juli:
LÚKUKAFFI
kl. 07.15-14.00 Skorpan selur nýbakað breyð
kl. 11.30-18.00 fæst gott kaffi/te og heimabakstur.
Eftir kl. 14 selur Hjallurin vafflur og kramarísar í Ribarhúsi
PIDDASAHANDIL:
kl. 11.00-18.00 er opið. Nógv lekkurt heimavirkað at fáa.
RIBARHÚS:
kl. 11.00-18.00 Framsýning “OKKARA ELSKAÐA LEIRVÍKSFJALL”
Fólk kunnu atkvøða um hvør besta myndin er til kl. 16.00 sunnudagin.
Les onnur tíðindi