TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Tórfríð Larsen í Ribarhúsi 19.okt-14.nov
Framsýningin letur upp mikudagin 19.okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin.
Tórfríð Larsen, er úr Klaksvík og er 22 ára gomul og nýfuglfirðingur.
Hon sigur um seg sjálva:
At mála og at vera kreativ, hevur altíð verið ein partur av mínum lívið. Mamma mín hevur mála nógv og hevur gingið á kvøldskúla hjá Archibald, har eg onkuntíð slapp við sum smágenta, og seinni havi eg sjálv gingið á kvøldskúla hjá honum.
Aftaná fólkaskúla, fór eg á hugbreyt á Kambsdali, og bleiv studentur í 2020. Í januar 2022 valdi eg, at fara niður á ein listaháskúla, har eg valdi linjuna arkitektur og design, og bleiv eg liðug í juni 2022. Í dag gangi eg á Hárbreyt á Glasir.
Tað var ikki fyrr enn í 2020, at eg av álvara byrjaði at mála og hugurin kom aftur.
Mær dámar væl at mála detaljera, og eisini dámar mær væl at gera okkurt ørvísi. Eg fáist mest við akryl máling, men dámi eisini at tekna blýantstekningar.
Til stuttleikar kann eg nevna, at Amariel Norðoy var ommubeiggi mín.
Framsýningin verður opin mánadagar- fríggjadagar 15:00-17:30 og leygardagar 11-13.
Les onnur tíðindi