TÍÐINDI
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – ein sólskinssøga – mitt í Fuglafirði í 25ár
…og hetta verður hátíðarhildið tann 21.novembur í MH.- Har øll sum hava veri partur av virkseminum so ella so ígjøgnum hesi 25 árini eru vælkomin. Men tit mugu siga frá.
Sí plakat.
Eitt sindur frá byrjanini:
Á Grækarismessu tann 12.mars 1997 var stovnandi fundur á Kunningarstovuni – eini 10 fólk møttu.
Ein nevnd bleiv vald og í hana komu Finnur og Judith Olsen, Marjun Larsen, Henrikka Øregaard, Annika Egholm og Odvør á Lakjuni.
Tað fyrsta nevndin setti sær fyri, var at finna brúkiligt høli til virksemi, at fáa eitt búmerki og at finnað onkrar viðtøkur onkunstaðni sum passaðu nøkulunda til virksemi.
Nevndin fundaðist fyrstu tíðina við jøvnum millumbilum á Kunningarstovuni, har PM var fittur at hjálpa okkum við ymiskum praktiskum tingum og tað var eisini hann, sum, kanska av góðum grundum, vísti okkum á handilsbygningin hjá SPP í Støð 14, sum um tað tíðina hevði staðið tómur og myrkur í fleiri ár.
Og tað var eisini hann sum tosaði við teir hjá Højgaards Timburhandli, teir áttu jú bygningin tá, um at loyva Heimavirkisfelagnum at brúka Piddasahandil til at selja okkara heimavirkaða í fyri eina tíð. Og svarði var játtandi.
Og vit fóru í gongd við at rudda og gera reint – meðan Finnur O fekk onkran at hjálpa sær við at fáa oljufýringina at rigga og at fáa sett nakrar av radiatorunum til….tí húsakuldi og kalt vaskivatn er ikki serliga inspirerandi. Og alt, bæði sá út og virkaði ørvísi tá hiti kom uppá.
Um summarið í 1997 gjørdu vit av, at søkja komununa um stuðul, til máling og onnur “lívsviktig” ting so sum ketil og kaffimaskinu –
Vit fingu játtandi svar!
– Stuðulin ljóðaði uppá 5.000 krónur – og heilt sikkurt – hetta eru bestu 5000 krónur sum Kommunan hevur givið í stuðuli nakrantíð 😉
Vit lýstu í bløðunum og við uppsløgum at “Jólasøla verður í Piddasahandli” um mánaðarskifti nov/des – har fólk eru vælkomin at selja teirra heimavirkaðu vørur og annað heimagjørt – bæði til prýðis og matnað.
Undirtøkan var yvirraskandi stór til fyrstu jólasøluna – 🙂
————————————-
Frá fyrsta degi av, hevur man roynt at gjørt skipanir sum hava rigga til akkurát okkara tørv.
Og í okkara føri, ber ikki til at slíta felag og hølir sundur-
Frá “skrott til slott” – Haldi at tá vit hyggja rundanum okkum ídag kunnu vit vera bæði errin og glað.Vit hava eitt fantastiskt umhvørvið – ein sanna perlu mitt í býnum.
Tað var gott, at Fuglafjarðar komuna í 2004 valdi at keypa hendan bygningin til okkara felagskap at brúka í ávísa tíð og at bygningurin varð friðaðaður “við skili”.
Also, at man hevur kunna málað og gjørt ístand – og ikki noyðst, at gera alt aftur í upprunaligan stíl. Men soleiðis at man tímir at vera her, tí her er nossligt, ljóst, heitt og hugnaligt og at man varðveitir alt sum ber brá av uppruna – tað gevur bygninginum nakað heilt serligt
Sjálv eri eg ikki í yva, hevði Fuglafjarðar Heimavirkisfelag ikki fingið innivist í akkurát hesum hølunum, men í onkrum kjallara sum í 1997 stóð tómur her niðri í bygdini…so vóru “vit” langt síðan forsvunnin av jarðarinar yvirflatu.
Tað er eisini “stoff til eftirtanka…”
Hetta sum vit hava í Fuglafirði, er ein serlig útgáva av einum heimavirkisfelag …og tað er bara blivi soleiðis tí vit hava havt so ríka møguleikar …vit hava kunna og kunnu enn, gera næstan hvat vit ynskja um vit bara ynskja tað nóg nógv. Vit hava ein handil við heimavirkaðum vørum í tveimum hæddum, vit hava eitt gallarí Ribarhús til skiftandi framsýningar, vit góðar skeiðsmøguleikar á Ribarslofti og vit kunnu hava kafé tá tað liggur fyri…
Onki annað heimavirkisfelag í Føroyum hevur slíkar fantastiskar møguleikar !!-
Les onnur tíðindi