Anni Haraldsen við áseymaðum myndum í Ribarhúsi

Deil

Framsýningin letur upp pálmasunnudag  24. mars kl 15 har Bárður á Lakjuni luttekur við sangi og spæli til ferniseringina  Opið er sunnudagin til kl. 17. Øll eru hjartalig vælkomin 🙂

Framsýningin er opin yrkdagar kl. 13 til 16  og leygardag kl. 11 til 14. og hongur uppi intil einaferð mitt í apríl.

 Opið  allar páskadagarnar skýrisdag, langafríggjadag, fyrsta og annan páskadag frá kl 14 – 17

Anni sum “málar” við seymimaskinuni er fødd og uppvaksin í Fuglafirði. Í 1983 fór hon til Danmarkar at ganga á læraraskúla, har hon hevði myndlist sum linjufag. Hon  byrjaði at seyma myndir í 1987. Tær flestu av hennara myndum hava føroysk motivir. Hon heldur at tað følist heimligari at seyma myndir úr tí føroysku náttúruni, enn at seyma myndir við donskum motivum. Hetta sigur hon, hóast hon hevur búð  meira enn helvtina av lívinum í Danmark. Anni litar sjálv nógv av toyðnum hon brúkar til myndirnar. Gg  til at skapa stemning og djúbd í myndinar brúkar hon  garn, tyll og ull og so nógv siksak.

Frmsýnin gin hongur í Ribarhúsi til einaferð mitt í apríl

 

Les onnur tíðindi