TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Ribarhús sun.7.juli kl. 16 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning – Frits til minnis. – Tankar og tónar –
Sunnudagin 7.juli kl. 16 hugleiðir Bárður á Lakjuni við tonkum og tónum um Frits, sála, sum bar djúpan alsk til heimbygdina, til fjøllini, til fjørðin og til fólkið.
Hann brendi fyri tí, sum talar til insta hugafarið í hvørjum mannabarni, og tað liggur ein vøkur slóð eftir hann – prýdd við alskyns litum, løgum og lýrikki.
Løtan verður halgað Frits og tí andliga árini, hann hevur havt á Bárð og óteljandi onnur.
Hugnaliga løtan verður í Ribarhúsi sunnudagin 7. juli klokkan 16.00 – Lúkukaffi er opið við góðum kaffidussum.
Øll eru vælkomin.
Les onnur tíðindi