Ribarhús:”Støkk upp – vín og brellstova” og góður tónleikur- fríggjakvøld og leygarkvøld- Hetta verður sera forkunnugt og kann ikki roynast nakra aðrastaðni. 

Deil

Fríggjakvøld kl 20-23 –(ókeypis at koma inn)

Vínkúllarnir og Sonni Zachariassen, høvuðskokkurin á Fiskastykkinum, hava støkk upp vín- & brellstovu í Ribarhúsi á Mentanardøgum.

Vínkúllarnir bjóða perlandi rósuvín og Sonni bjóðar grillaðar lippur. 180,- fyri bæði.

Eisini er okkurt søtt omaná við søtum bobblum ella kaffi.

Listaframsýning við Kára Svensson og Piddasahandil opin við heimavirkaðum vørum til sølu.

Tónleikur:
Kl 21.30 KNÚT

ókeypis at koma inn –

 

Knút kemur við síni fagnaðu fjórðu plátuútgávu Hjartasláttur (Tutl, 2023) at framføra í Ribarhúsi á Mentanardøgum í Fuglafirði fríggjakvøldið kl. 21.30.

Lyklaorð í tónleikinum hjá Knúti eru kveiking, modernað, psykedeliskt, gospel, rúmligt, dynamiskt og hjartaligt.

Knút hevur verið ein miðsavnandi figurur á føroyska tónleikapallinum síðani aldarskiftið, og hevur áður útgivið tríggjar plátur í egnum navni.

Knút Háberg Eysturstein (sang, gittar)
Kristian Pauli Ellefsen (klaver)
Torleik Mortensen (bass)

Knút og bólkurin hava akkurát verið í Íslandi og spælt í Hørpu á Mentanarnáttini í Reykjavík, so tað er lag á monnum at spæla á Mentanardøgum í Fuglafirði!

 

Leygarkvøld kl 17-22 (ókeypis at koma inn)
Vínkúllarnir bjóða forkunnugt vín úr kjallaranum og Sonni bjóðar ein lættan platt við dygdargóðum føroyskum rávørum. 295,- fyri bæði

(tó kann nógv ymiskt annað vín roynast á kortinum).

Eisini fæst okkurt søtt omaná við søtum bobblum ella kaffi.

Listaframsýning við Kára Svensson og Piddasahandil opin við heimavirkaðum vørum til sølu.

Tónleikur:
Kl 17.00 Maria & Benjamin

Kl 20.00 Hans Hjalti & Hóraldur

 

Les onnur tíðindi