TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Beinta Gaard í Ribarhúsi
Fernisering verður 25.okt 2024 í kl. 16 til 18 í Ribarhúsi. Øll eru hjartans vælkomin.
Beinta sigur sjálv:
Eg eri ein glað amatørmálari, og eg meini, at ein málningur skal geva gleði og fáa teg at hugsa.
Eg havi alt eg minnist, sitið og krutla á pappír, men fór at mála 2006. Eg havi gingið á kvøldskúla og á skeiðum, har eg havi lært ymisk háttalag, og hetta hevur givið mær íblástur til tann stíl eg máli í dag. Eisini havi eg í nógv ár nú bert brúkt fimm litir, og spennandi hevur verið at fáa sum mest burtur úr hesum fimm litum.
Framsýningin hongur í Ribarhúsi til síst í novembur.
Les onnur tíðindi