TÍÐINDI
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Hesar tríggjar spennandi listakvinnurnar úr Klaksvík, hava fernisering i Ribarhúsi
fríggjadagin 6. desembur kl. 16.
Til ferniseringina fara Hanna Jensen og Kristian at syngja og spæla nakrar sangir. Eisini fæst kaffi, te og okkurt søtt afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Maria Mørkøre um seg sjálva, – Eg eri 57 ára gomul. Eri gift og eigi tvær døtrar. Eg búgvi í Klaksvík
Gekk á Listaskúla í Danmark í Klassiskari tekning og maling 1996-1998.
Havi síðani tá teknað og málað nógv og luttikið á nógvum framsýningum og havt fleiri einstaklingaframsýningar..
Eisini havi eg myndprýtt barnabøkur og undirvíst børnum og vaksnum í list.
Nú máli eg burturav.
Menniskju, djór og náttúra geva mær íblástur.”
Bodil Joensen um seg sjálva- Eg eri 45 ár, eri úr Klaksvík og búgvi her. Eg eri gift, eigi 3 børn og eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.
Eg máli og tekni í frítíðini. Síðani eg var smágenta, havi eg teknað og málað. Sum ung gekk eg nøkur ár í kvøldskúla í Klaksvík og í Herlev. Harafturat havi eg tikið okkurt stutt skeið á alnótini. Íblásturin er frá fólk, djór og náttura.
Verkini, sum eru við í framsýningini, eru tekningar við svørtum fineliner, sum ikki kámast. Harav eru nøkur verk prikkatekningar, ið eru meira tíðarkrevjandi enn hinar. Í løtuni fáist eg nógv við at brodera á tekningarnar, harafturat brúki eg eitt sindur akvarell.
Verkini eru innrammaði hjá Myndlist við fyrstafloks glasi og sýrufríum baki.
Selma Johannesen um seg sjálva, –
Eg eri Námsfrøðingur og komi úr Klaksvík.
Eg arbeiði til dagligt hjá Almannaverkinum.
Eri gift við Tórður og eiga vit 4 vaksin børn.
Vit búgva í Miðvági.
Í míni frítíð, dámar mær so sera væl at vera skapandi.
Eg elski at mála, og máli mest naivar málningar.
Tann góði felagsskapurin, hugtekur meg nógv og er í huga
mínum, tá eg máli. – Ein góður felagsskapur er, har tað er
pláss fyri øllum. – Havi eisini verið á nógvum skeiðum, hjá
ymiskum føroyskum Listarfólkum.
Mín list kann síggjast her:
Instagram: art –um Selmu
Facebook: Skapandi Løtur
Et fællesskab udvikles sjældent ved at fokusere på individer — det er snarere
omvendt: Fællesskabet er rammen for individets dannelse
og udvikling! Professor Svend Brinkmann
Les onnur tíðindi