TÍÐINDI
Marnhild Kambsenni í Ribarhúsi –
Ein stórur dagur í Ribarhúsi og í Fuglafirði :)
í Ribarhúsi verður aftur í ár spennandi fleirfalt “STØKK-UPP”…og ókeypis at koma inn :)
Helen og Elisabeth í Gallarí Ribarhúsi
Jens Klæmint Jacobsen saman við døtrum og versoninum Sam í Ribarhúsi
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur aðalfund og hugnaløtu í Ribarhúsi týskv.11 mars – síggjast :)
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.

Jórun Pólsdóttir í Ribarhúsi.
Fernisering verður sunnudagin 25. mai kl. 15.00, við framførslu frá gospelkórinum Lanterna.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum frá 25. mai til 15. juni.
Jórun, sum er búsitandi í Fuglafirði, er lívfrøðingur og hevur skrivað bókina ’Fuglar okkara’ saman við Silasi Olofson. Eisini er hon tónleikari og kórleiðari. Íblástur til myndaevni í framsýningini eru alskurin fuglar, fólk og heimalív. Málningarnir eru akvarellir, har ofta verður spælt við bjartar litir til myndaevni, sum eru til at kenna aftur.
Ribarhús hevur opið frá 10-17.30 gerandisdagar og leygardag frá kl 10-14
Les onnur tíðindi