Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.

Deil

Í samband við Mentanardagarnar í Fuglafirði í ár, fer Heðin Kambsdal at príða veggjabrettini í Gallarínum – og málningarnir hanga meðinpartin av septembur.

Fernisering er hóskvøldið 4.septembur kl. 20 til 22

Leila bjóðar vælkomin

Jastrid á Dalbø heldur røðu

Jón Eliassen spælir flygel

Á borðinum okkurt lætt og leskiligt.

Veri hjartaliga vælkomin –

Sjálvandi eru eisini  Piddasahandil við trivaligum heimavirkaðum vørum og Lúkukaféin við góðum kaffidussum, kondittarakøkum frá MARIETTA og leskiligum heimabakstri  opin allar dagarnar (sí uppsløg) her er so hugnaligt og fjálgt at koma inn á gólvið.

Les onnur tíðindi