Ribarhús: Fjølbroytt listaframsýning á mentanardøgunum 2026

Deil

Og ferniseringin verður hóskvøldið 4. september klokkan 21.00 –

Har verða talur og tónleikur v/ Lyon – annars kaffi og te -dussar, vatn, djús, munnbitar o.a. 

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

Talan er um eina “fjølbroytta” framsýning.

7 ymisk listafólk – har øll eru úr Fuglafirði fara at prýða gomlu veggjabrettini og tey eru sera ymisk i úttrykki og materialum.

Ein spennandi framsýning har m.a. seymaðar myndir, vatnlitismyndir og akryl málaðar myndir eru at síggja.

Listafólkini eru:

  •  Anni Haraldsen
    • Hallveig Hansdóttir
    • Rúna Hansdóttir
    • Helen Á Lakjuni
    • Bjørg M. Anderssen
    • Ian Luid
    • Theodor Erling Johannesen

Og hon sum hevur fingið framsýningina í lag er Rudi Dahl (Luid)

Á Mentanardøgunum er húsið/ framsýningin og handilin opin soleiðis:

Fríggjadag 4. sept. klokkan 10 til 18  – Lúkukaféin er opin kl 11.30 til 18 við suppu frá 11.30 til uppi er og góðum kaffidussum fyri rest 🙂

Leygardag. 5. sept. klokkan 12 til 20 – Lúkukaféin er opin frá klokkan 14 við góðum kaffidussum og tónleikaløtum frá klokkan 15

Sunnudag 6. sept. klokkan 14 til 20 – Lúkukaféin er opin frá klokkan 14 við góðum dussum og tónleikaløtum frá klokkan 15

Øll eru hjartaliga vælkomin

Les onnur tíðindi