Mentanardagar í Ribarhúsi

Deil

Í dag hósdag 3. sept ella rættari, í kvøld byrja Mentanardagarnir 2026 í okkara húsið við at ein listaframsýning letur upp klokkan 21 – ella rættari, eftir setanina av MD.

Tað verður Rudi Luid Dahl sum setur framsýningina –  sum hon eisini hevur skipa fyri at fáa í lag – ein spennandi framsýning við 7 ymiskum listafólkum sum øll hava tilknýti til Fuglafjørð. Lyon syngur nøkur løg og har verur eisini okkurt gott til góman 🙂 Eftir setanina eru tit vælkomin at ogna tykkum listarverkini sum hanga á gomlu veggjabrettuum… Sjálvandi eru øll hjartaliga vælkomin til hesa løtuna og vit vóna at nógv koma inn á gólvið.

Annars er opið til klokkan 17.30- sum vanligt í dag hósdag – og handilin hevur sera nógv lekkurt heimavirkað.

Fríggjadag 4.sept er opið frá klokkan 10 – har tú kanst vitja framsýningina í gallarínum og/ ella handilin – og frá klokkan 11.30 til uppi er – fæst suppa og allan dagin er ein góður dussur við heimagjørdum og kondittara køkum – Fríggjadag er opið til klokkan 18.

Leygardag 5.sept er húsið/handilin/gallarii opið frá klokkan 12 og Lúkukaffi frá klokkan 14 -við góðum dussum, heimagjørdum og kondittarakøkum frá Marietta 🙂  Eftir kl. 15 eru tónleikainsløg – “opin mikrofon …og opið flygel” og klokkan 16 og 17  framføra Rógvi og Jón nøkur løg. Leygardag er opið til klokkan 20.

Sunnudag 6. sept.  er húsið/handilin/gallarii og Lúkukaffi opið frá klokkan 14.– Allan dagin fæst ein góður dussur við heimagjørdum og kondittarkøkum frá Marietta  🙂 Klokkan 15 framføra  Pauli, Beddi og Hallur nøkur løg. Kl 17  hoyra vit bólkin Null9 – sum er Tóki v/bólki  og  klokkan 19 kemur Anna Lovisa – at syngja og spæla nøkur løg. Opið er til klokkan 20 

 

Les onnur tíðindi