TÍÐINDI
Sólvá Gunnarsson Olsen og Bodil Arbjerg Lundby í Ribarhúsi –
Vælkomin í søguliga PERLU mitt í býnum í Fuglafirði
Vælkomin til framsýningina ”OKKARA ELSKAÐA LEIRVÍKSFJALL”
Okkara hugnaliga handarbeiðs og handverkara hús – í Varmkeldu-vikuni :)
Harmoniku bólkurin “Trekkspill på reise” – konsert í Ribarhúsi 13.06 – í annakvøld -kl. 20
í dag 11. juni er “Gakk og bint”her í býnum :)
25.juni Hugnatónar og Kafé í Ribarhúsi
Edith Mørkøre í Ribarhúsi í juni

Anette Sonne í Ribarhúsi
Anette Sonne, er útbúgvin blómu- og vindeyga-dekoratørur. Í dag arbeiðir hon sum freelance-dekoratør og lærari. Hon var í nógv ár medeigari av blómubúðini Orkis á Glyvrum.
Hennara uppgávur sum freelance dekoratør eru ymiskar, men allar hava íblástur av blómum og náttúru.
Við á framsýningini í Ribarhúsi eru myndaplakatir við blómum og plantum og prýði/dekoratiónir sum hóska til árstíðina. Hetta er søluframsýning, har tú kanst keypa av vegginum/borðunum heim við. So framsýningin fer at broyta skap javnt og savnt fram til jóla.
Myndirnar eru myndir, sum verða við í einari komandi urtagarðsbók. Bókin kemur út í apríl/mai 2022, og tað er Anette, saman við Búgva Róin, gartnara, sum eru handan bókina.
Í Urtagarðsbókini fært tú ráð og vegleiðing til føroyska urtagarðin.
“Frá januar til november í ár” sigur Anette, “hava vit verið á urtagarðsvitjan í nógvum ymiskum urtagørðum ymsastaðni í Føroyum – frá norði til suður. Allir eru teir ymiskir, men veita somu gleði alt árið”.
Nú í desember kemur “Urtagarðárið“ út sum árskalendari. Í kalendaranum eru vegleiðingar og prei um urtagarðsarbeið frá januar til desember. Kalendarin kann keypast her í Ribarhúsi.
Vælkomin í Ribarhús & Piddasahandil í Fuglafirði í november og desember 2021.
Les onnur tíðindi