Beinta Gaard í Ribarhúsi

Deil

Týsdagin 31. mars kl. 16.00 letur ein nýggj framsýning upp í Ribarhúsi.

Tað er Beinta Gaard sum sýnir fram sínar myndir.

Beinta byrjaði  at mála 2006 og hevur síðan tá, nomið sær íblástur og vitan á  kvøldskúla-skeiðum  hjá m.a. Randi Gunnarsdóttir og Finnleif Mortensen.Og eisini, í fleiri ár, á vár-skeiðum sum danin Birger Møller, fyrrverandi undirvísari á Kunstakademi Århus, hevur skipa fyri í Føroyum.

Hesi skeið hava givið Beintu ríkan íblástur til at finnað sín egna stíl – ein stíl við litríkum skapum, ið dansa ein feginsdans til gleði og gagns fyri eygað sum sær.

Beinta er ættað úr Klaksvík, býr í Hoyvík og undirvísir í átrúnaði, enskum og samfelagsfrøði á miðnámi á Kambsdali.

Hon hevur hevur áður sýnt fram ymsastaðni í Føroyum.

Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsi til leygardagin 17. apríl.

Vælkomin

Les onnur tíðindi